Skulu gjalda fyri fólk ið liggja ov leingi á sjúkrahúsi

Landsstýrið arbeiðir við einum uppskoti um løgtingslóg, sum ásetur eitt gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar

– Neyðugt er at finna eina loysn fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum ikki kunnu útskrivast av sjúkrahúsinum orsakað av, at Almannaverkið ella kommunur ikki kunnu taka ímóti teimum.

Tað sæst í ískoytistilfarinum til ólavsøkurøðu løgmans. Har verður mett, at tíðin er komin til at seta í verk somu skipan sum í okkara grannalondum.

– Henda skipan hevur virkað væl og virkar soleiðis, at ásett verður eitt gjald fyri seingjardag, sum kommunurnar ella teir myndugleikar, sum varða av teimum liðugt viðgjørdu sjúklingunum gjalda, tá ið ikki verður tikið ímóti eftir lokna viðgerð – t.d. vegna vantandi heimarøkt ella búpláss.

Ætlanin er at leggja uppskotið fyri løgtingið í februar 2025.