- Hesi seinnu árini eru stórar umvælingar gjørdar í Ítróttarhøllini á Skála, bæðin innan- og uttanveggja.
Soleiðis siga tey í Runavíkar kommunu.
- Tað hevur leingi verið greitt, at ventilatiónsskipanin, ljósskipanin og hitaskipanin høvdu tørv á umvælingum og nýgerð.
Nú oyggjaleikir verða í Føroyum í 2027, er ætlanin, at partar av leikunum verða á Skála, og í tí sambandinum valdi býráðið í Runavíkar kommunu at gera neyðugu umvælingarnar soleiðis, at Ítróttarhøllin stendur mát við settu krøvini.
Seinnapartin í gjár hittust borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen og umboð fyri El-Service og Zacharis Leitisstein á Skála fyri at skriva undir sáttmálarnar.
- Hesi bæði feløgini høvdu lægstu tilboðini. El-Service tekur sær av ljósskipanini, og Zacharis Leitisstein skal gera nýggja ventilatións–og hitaskipan.
Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti eina eykajáttan við aðru viðgerð hóskvøldið á slakar 4 milliónir krónur, sum javnvigar við upphæddina, ið skal brúkast.
- Tað vóru John Eli Olsen og Artur Johansen, sum skrivaðu undir fyri ávikavíst El-Service og Leitisstein, verður lagt aftrat.










