SMS: Neistakvinnur hava vunnið seg í FM-hálvfinalurnar

Stjørnan beit væl frá sær í seinna hálvleiki

Savnsmynd

Mótstøðuliðið hjá Kyndli í FM-hálvfinalunum í SMS-deildini verður Neistin.

 

Neistin vann í FM-fjórðingsfinaluni í høllini á Hálsi 23-20 á Stjørnuni. Í fyrra hálvleiki var Neistin greitt omaná, og í steðginum vóru neistakvinnur á odda 15-8.

 

Tá 46 minuttir vóru leiktir var Neistin greitt á odda 20-12. Upp á seks minutti eydnaðist tað Stjørnuni at minka um munin til 20-18, men seinastu løtuna fótaði Neistin sær.

 

Silja Olivia Heðinsdóttir var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum. Mina Sirdal Henriksen og Iuliia Nalivko vóru við fimm málum hvør toppskjúttar hjá Stjørnuni.

 

Tær fyrstu FM-hálvfinalurnar Neistin-Kyndil og VÍF-H71 vera leiktar hóskvøldið 16. apríl. Leikt verður best av trimum dystum. Verður talan um tríggjar dystir fáa Kyndil og H71 tveir dystir á heimavølli. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og Stjørnuna:

 

##med2##

 

 

 

Savnsmynd