Í døgunum 25.–27. september 2026 verður Sørvágur karmur um ein serstakan dyppi-og vælverufestival, har felagsskapur, náttúra og vælvera ganga hond í hond.
- Festivalurin er fyri øll, ið hava hug at royna kalda vatnið, njóta hitan, rørslu, tónleik og hugnaligar løtur saman. Dyppi-og vælverufestivalurin í Sørvági er ein møguleiki at steðga á, styrkja kropp og sinn og vera saman í einum jaligum og upplyftandi felagsskapi.
Festivalurin verður á Dungasandi uttanfyri Dansistovuna og fótbóltsvøllin.
- Her verða ymisk kaltvatnskør, sauna, saunagos, ymiskar verkstovur við eitt nú yoga og andadráttsvenjingum. Sølubásar við mati, kaffi/te, møguleiki at keypa andlitsmaskur, ymiskt til kroppin, massagu og cupping-viðgerðir.
Festivalurin byrjar við upphiting og eini felagsdypping í Breiðá. Skipað verður fyri eitt nú gongutúrum, bindihugna, live tónleiki, og leygarkvøldið endar festivalurin við einari hugnaløtu.
- Ætlanin er at skipa økið soleiðis, at møguleiki verður at koma við kampingvogni og njóta alt vikuskiftið á økinum. Meira kunning um festivalin, skránna og atgongumerkjasølu kemur seinni, siga tey, sum skipa fyri.











