Vesturkirkjan skrivar, at sorgarbólkurin savnast sjey ferðir, og ymisk evnir verða tikin upp. Hvør luttakari fær høvi at tosa um sína støðu.
Í einum sorgarbólki møtir tú øðrum, sum hava mist. Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført, og hoyra um, hvussu onnur hava tað. Tú kanst finna stuðul og møguligar loysnir til ein broyttan gerandisdag.
Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, leiðir bólkin saman við Ann Hermansdóttir, studentapresti.
Tilboðið er ókeypis. Byrjað verður 20.oktobur.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Hanus á Gørðum, á telefon 237346 ella Ann Hermansdóttir 237334.











