Staksdagur er sum ein ólavsøka í Tjørnuvík

Mentanardagar, sum eru í Sunda kommunu hesa vikuna, enda aftur í ár við Staksdegi í Tjørnuvík

Sambært skránni fyri mentanardagar í Sunda kommunu verður farið út í Stakkin eftir seyði í morgin.

 

Tað er avmarkað luttøka á hesi ferðini, sum byrjar klokkan 07.30, og tíðarfreistin at tekna seg til túrin var úti longu 9. september.

 

Klokkan 13 í morgin, tá fjallfólkið er komið heim aftur við seyðinum, verður døgurði fyri teimum, sum hava verið við á ferðini.

 

Klokkan 17 verður uppboðssøla við bygdarhúsið í Tjørnuvík, har bæði livandi seyður og stykkir av seyði verður selt.

 

Tey, sum keypa livandi seyð á uppboðssøluni, kunnu fáa seyðin flettan á staðnum, og hesum taka tjørnuvíkingar sær av.

 

Klokkan 18 byrjar tombola í bygdarhúsinum, og klokkan 23.30 verður dansur í bygdarhúsinum í Tjørnuvík.

 

Staksdagurin er ein serstakur dagur í Tjørnuvík og kann samanberast við ólavsøku í høvuðsstaðnum.

 

##med2##