Stanley hevur spælt tónleik alt sítt lív og hóast hann er byrjaður at eldast, er raktur av Alzheimers og minnið er viknað, heldur hann fram við at syngja og spæla, tí – sum hann sjálvur sigur tað
– tónleikurin situr í sálini.
Vestmanna kommuna skrivar, at hálvan oktober gav hann Sólskin út, hetta er ein útgáva við sangum, ið hann hevur havt liggjandi, men sum høvdu uppiborið meira. Eisini er bókin Stanley komin út, Hilmar Jan Hansen hevur skrivað. Úr einari permu í aðra er hetta ein rørandi frásøgn um tónleikin, lívið og minnini, sum hava myndað Stanley. Bæði bókin, fløguútgávan og eldri fløgur kunnu keypast og signerast á staðnum. Høvið verður eisini at hitta bæði Stanley og Hilmar Jan eftir konsertina.
Atgongumerki kunnu keypast her.











