Starvsfólk til Á-handilin við Sundsvegin

Hevur tú hug at verða partur av einum livandi og kundavendum handli? Vit í Á-handlinum við Sundsvegin leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki til tíðaravmarkað starv í eitt ár. Talan er um fulltíðarstarv, men møguleiki er eisini at arbeiða niðursetta tíð.

Starvið

 

Sum starvsfólk hjá okkum verður tú partur av gerandisdegnum í handlinum og kemur at arbeiða við øllum vanligum uppgávum. Tú fært eisini ábyrgd av einum ávísum parti av handlinum.

 

Arbeiðsuppgávur

 

  • At avgreiða kundar og tryggja kundanum eina góða handilsuppliving
  • At bíleggja og fylla handilin við vørum og tryggja, at hillarnar síggja gott út
  • At arbeiða tætt saman við leiðaranum og hinum í toyminum fyri at tryggja, at handilin verður væl rikin og kundin væl nøgdur
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur

 

Vit vænta, at tú

 

  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt eins og saman við øðrum
  • Trívist við at hava ábyrgd og taka initiativ
  • Ert fleksibul og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá ið tað krevst

 

Vit bjóða

 

  • Eitt spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi
  • Góðar starvsfelagar og góða upplæring
  • Møguleika fyri menning og ábyrgd eftir tørvi og evnum

 

Setanar- og arbeiðstreytir

 

Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.

 

Soleiðis søkir tú

 

Tú søkir við at senda eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til starv(at)ahandil.fo

 

Starvið verður sett skjótast til ber, og umsóknir verða viðgjørdar leypandi.

 

Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Hallbjørg Haraldsen á tlf. 214252 fyri at hoyra meira.