Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar leiktu í kvøld dyst á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í OBOS høllini í Hamar eydnaðist tað Storhamar at vinna stórsigur 30-18 á Fana. Útiliðið var væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Storhamar bert á odda 13-11. Men í seinna hálvleiki var stórur munur á liðunum.
Talan var um triðja sigurin á rað hjá Storhamar.
Pernille var við seks málum upp á sjey málroyndir næstbesti málskjúttin hjá Storhamar. Anniken Obaidli var við sjey málum toppskjútti hjá Storhamar.
Storhamar er nummar trý í deildini við 12 stigum. Larvik er fremst í deildini við 17 stigum, men tær hava spælt ein dyst meira enn Storhamar.
Sunnudagin klokkan 13 spælir Storhamar dyst á heimavølli í bólki A í Champions League. Tá kemur ungarska stórliðið, Györ á vitjan.
Farna leygardag tapti Storhamar 23-40 (11-21) fyri Györ á útivølli.











