Ein stórur partur av trygdartoyminum hjá Nicolas Maduro varð dripin í amerikanska átakinum móti Venesuela.
Tað sigur verjumálaráðharrin í Venesuela, Vladimir Padrino López, sambært Reuters.
Álopið á Venesuela hevði verið planlagt og vant í fleiri mánaðir, segði Dan Caine, amerikanskur generalur, á tíðindafundinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, leygardagin.
Talan var um fleiri enn 150 flogfør og tyrlur, sum vóru við í átakinum og álopinum.
- Ætlanin snúði seg um at fylgja rørslunum hjá forsetanum, Nicolas Maduro, yvir eina longri tíð, sigur generalurin, Dan Caine.
Eingin amerikanskur hermaður læt lív í átakinum, segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í samrøðu við Fox News leygardagin.











