Stroymingtænasturnar hjá Disney dýrka upp til 25 prosent fyri amerikanskar hyggjarar. Tað skrivar Bloomberg News.
Bíligasta tænastan, Disney+ við lýsingum, dýrkar 25 prosent og fer at kosta 9,9 dollarar (68 krónur) Disney+ uttan lýsingar fer at kosta 15,99 dollarar (109 krónur), og dýrkar sostatt 14 prosent. Afturfyri fáa viðskiftafólk møguleikan at síggja tíðindi frá ABC News. Nýggju prísirnir koma í gildi frá 17. oktober.
Tað er framvegis óvist, um prísirnir eisini fara at dýrka í øðrum londum.
Í Føroyum, sum hevur somu prísir sum Danmark, kostar Disney+ við lýsingum 49 krónur um mánaðin, meðan dýrasta haldið kostar 109 krónur um mánaðin. Tað er við bestu upploysing og ongum lýsingum.