Styttri arbeiðsvika styrkir umsorganina

Vælferðarsamfelagið byggir á felagsskap, javnstøðu og rættin hjá øllum borgarum til eina virðiliga tilveru. Umsorganarøkið er kjarnan í hesum felagsskapinum. Her verður tryggjað, at børn, eldri, sjúk og fólk við serligum tørvi fáa ta hjálp, tey hava rætt til. Men hetta økið er eisini merkt av tungum arbeiðsumstøðum, starvsfólkatroti og vaksandi trýsti.

 

Í einum samfelagi, har arbeiðslívið eigur at geva øllum møguleika at liva eitt gott lív – ikki bara arbeiða – er tað natúrligt at hugsa arbeiðstíðina av nýggjum. Ein styttri arbeiðsvika er í hesum høpi ein javnaðarpolitisk íløga í vælferð, javnstøðu og haldføri.

 

Tá arbeiðstíðin minkar, minkar eisini strongdin, og starvsfólk fáa betri møguleika at endurvinna orku. Hetta gevur færri sjúkradagar, størri arbeiðsgleði og betri trivnað. Og tá starvsfólk trívast, hækkar eisini góðskan í umsorganini.

 

Styttri arbeiðsvika er eisini ein vegur at tryggja haldføri. Vit vita, at tað verður torførari at fáa starvsfólk komandi árini. Men um vit bjóða betri arbeiðsumstøður, verður lættari at draga og varðveita fólk. Tað er ein felags íløga, sum gagnar bæði starvsfólkum og borgarum.

 

Umsorganarøkið er kvinnudominerað, og arbeiðstíðin hevur stóran týdning fyri javnstøðuna. Ein styttri arbeiðsvika ger tað lættari at samansjóða arbeiði og familjulív og gevur fleiri møguleika at arbeiða fulla tíð uttan at brenna út. Tað styrkir bæði javnstøðuna og fíggjarliga sjálvbjargni.

 

At stytta arbeiðsvikuna er tí ikki ein útreiðsla, men ein íløga í eitt sterkari og meira rættvíst vælferðarsamfelag. Vit eiga at seta gongd á royndarverkætlanir á umsorganarøkinum og byggja víðari á tað, sum vit síggja: at betri arbeiðsumstøður geva betri umsorgan.

 

Tað er tí nú, vit skulu taka stigið. Tað gagnar okkum øllum.

 

 

 

Sára Gullfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin