Sveis steðgar útflutningi av vápnum til USA

- Landið ynskir at halda seg neutralt í krígnum, sum USA og Ísrael føra móti Iran, skrivar Al Jazeera

Sveis fer ikki at útskriva nøkur útflutningsloyvir til vápn og aðra hernaðarútgerð til USA, meðan USA og Ísrael eru í kríggi við Iran.

 

- Útflutningur av hernaðarútgerð til USA kann í løtuni ikki góðkennast, sigur sveisiska stjórnin í einari útsøgn, sum Al Jazeera endurgevur.

 

Orsøkin til avgerðina hjá myndugleikunum í Sveis er, at landið ynskir at halda seg neutralt í krígnum, sum USA og Ísrael føra móti Iran.