Fyri trimum árum síðani róði Sverri Nielsen beint uttan um heiðursmerkjaplássið á OL í Tokyo. Í París kom hann ongantíð so nær.
Krútsterki føroyingurin gjørdist nummar fýra hálvfinaluni, har bert finaluatgongumerki vóru til tríggjar teir fremstu. Hann skal tí stríðast um sekunderar heiðurslønir í B-finaluni leygardagin.
Sverri Nielsen hevði annars boðað frá, at hann fór at gevast við yrkisleið síni eftir summarleikirnar í Tokyo, men hann vendi aftur við tí endamáli at vinna eitt OL-heiðursmerki.
Í hálvfinaluni í dag var hann leingi við í stríðnum um at koma í finaluna. Eingin kundi fylgja framúr sterka týskanum Oliver Zeidler, sum beinanvegin legði seg klárt á odda, men aftanfyri stríddist Sverri Nielsen við hvítarussiska Yauheni Zalaty og grikkan Stefanos Ntoskos um tvey tey seinastu finaluplássini.
30 ára gamli Sverri Nielsen lá á triðja plássi eftir teir fyrstu 500 metrarnar, men varð yvirhálaður miðskeiðis í kappingini.
Tá 500 metrar vóru eftir, sá tað út til, at hann fór at taka ein ordans endaspurt og taka eitt av finaluplássunum, men tá hann nærkaðist málstrikuni, har Mary drotning sat klár at hyggja, var tangin brádliga tómur.
Ntouskos hevði goymt tað besta fyri síðst og dróg trygt burtur frá Sverra Nielsen og saman við Zalaty tók hann finaluatgongumerkini, sum vóru eftir.
Sum væntað hevði danski áttarin ongan kjans í uppsavningsriðlinum, sjálvt um finalupláss vóru til fýra av fimm bátum. Donsku kvinnurnar, har eisini føroyska Sára Johansen rør við, vóru greitt aftast - meira enn 12 sekund aftan fyri italiukvinnur á fjórða plássi.
Hjá fýra-kvinnum endaðu tær donsku sum nummar tvey í B-finaluni, góð tvey sekund aftan fyri írska bátin.
Tær endaðu soleiðis á 8. plássi samanlagt á OL.
OL endar sostatt við fleiri sekunderum plássum hjá donsku rógvarunum, og Danmark fer úr OL uttan heiðursmerki í kappróðri fyri fyrstu ferð síðani 1992.
/ritzau/