Og tað verður í morgun klokkan 09:06. Tá hann róði í hálvfinaluni hósdagin, gjørdist hann nummar fýra, har tað bert vóru teir tríggir fremstur, sum sluppu í finaluna. Tí má Sverri Nielsen lata sær lynda eitt B-finalupláss.
Í hálvfinaluni hósdagin var Sverri Nielsen leingi við í stríðnum um at koma í finaluna. Eingin megnaði fylgja framúr sterka týskanum Oliver Zeidler, sum beinanvegin legði seg klárt á odda, men aftanfyri stríddist Sverri Nielsen við hvítarussiska Yauheni Zalaty og grikkan Stefanos Ntoskos um tvey tey bæði seinastu finaluplássini.
30 ára gamli Sverri Nielsen lá á triðja plássi eftir teir fyrstu 500 metrarnar, men varð yvirhálaður miðskeiðis í kappingini.
Tá 500 metrar vóru eftir, sá tað út til, at hann fór at taka ein ordans endaspurt og taka eitt av finaluplássunum, men tá hann nærkaðist málstrikuni, har Mary drotning sat klár at hyggja, gingu kreftirnar undan.
##med2##