Sýslumaður og grindaformenn hava ábyrgdina

- Tað eru nógv, sum spyrja, hví løgreglan ikki handtekur ein slíkan persón, tá grindaøkið er lýst, men tað eru sýslumaður og grindaformenn, sum varða av grindaøkinum, sigur løgreglan.

- Tað eru sýslumaðurin og grindaformenn, sum hava ábyrgdina av rakstri, drápi, uppskering og grindaøkinum annars. Her hava vit einki at gera, um fólk ikki fara til hendurs. Fara fólk til hendurs, er tað okkara uppgáva at tryggja friðin á staðnum.

 

Tað segði vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun. 

 

- Grindadrápið í Syðrugøtu í gjár gekk hampiliga friðarliga fyri seg. Her gekk ein sonevndur "slaktari" ella aktivistur. Hann fekk loyvi at ganga her. Hann gjørdi ongum nakað, men gekk bara og mól á økinum.

 

Løgreglan sigur, at tað var onkur, sum læt seg provokera av honum, og her stóð nakað av orðadrátt, men einki mál spurdist burtur úr hesum.

 

- Tað eru nógv, sum spyrja, hví løgreglan ikki handtekur ein slíkan persón, tá grindaøkið er lýst, og óviðkomandi ikki skulu koma inn á økið. Men, her eiga sýslumaður og grindaformenn uppgávuna, og tað vita teir eisini av.

 

Vaktleiðarin heldur fyri, at tað er ikki so lætt at vísa ávísum persónum burtur av økinum, samstundis sum 200-300 aðrir føroyingar eisini eru her.

 

- Tað hevði verið lættari, um grindaøkið - ella økið, har drápið fer fram, og hvalirnir verða tiknir upp - varð avbyrgt við girðing og bara tey, sum høvdu eina arbeiðsuppgávu í økinum, sluppu inn.

 

Men, hetta er eisini uppgávan hjá sýslumanni og grindaformonnum, og tað er eisini sýslumaðurin, sum lýsir grindaøkið.

 

Spurningurin er so, um tað kanska er synd ikki at lova børnum og ungum inn á økið, tá hetta er ein partur av okkara siðaarvi, men hetta er so ein heilt annar spurningur.

 

Vaktleiðarin endurtók í morgun, at tað eru sýslumaðurin og grindaformenn, sum hava ábyrgdina av grindaøkinum, og skulu óviðkomandi vísast burtur, eru tað tey, sum varða av grindaøkinum, sum hava hesa uppgávu.

 

- Megna tey ikki uppgávuna, og keðiligar støður standast av hesum, er tað okkara uppgáva at syrgja fyri at trygga friðin, visti løgreglan at siga í morgun.