Tað varð mett sum sera ódemokratiskt, tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Jacob Vestergaard løgdu landsstýrissessirnar frá sær í 2021 – við tí eina endamáli at fáa Anniku Olsen út úr varsessinum, sum hon hevði fyri Fólkaflokkin í Løgtinginum.
Síðani broytingina í stýrisskipanarlógini í 1996 kunnu tingfólk, sum eru tilnevnd landsstýrisfólk, ikki sita á tingi. Tað var mett sum eitt framstig, tí tað tyktiskt eisini ódemokratiskt, at landsstýrisfólk, sum høvdu hug, lótu varafólk taka sæti á tingi fyri seg, men onnur kundu sita í báðum sessum og fáa báðar lønirnar.
Síðani valið í 1998, hevur tað ikki borið til. Tí síðani tá hava tingfólk, sum eru tilnevnd landsstýrisfólk, verið noydd at leggja tingsessin frá sær, og næsta fólk á listanum hevur tikið sætið.
Atfinningar hava verið ímóti hesum, tí tá eitt landsstýrið verður skipað við 9 fólkum, sum øll eru vald á ting, so verður meira enn fjórða hvørt tingfólk varafólk, sum veljarin ikki hevur valt á ting.
Hinvegin so ber til hjá flokkum at spæla pingpong – alt eftir, hvussu hvør nú velur at atkvøða í tinginum. Tað gav at býta, tá Fólkaflokkurin gjørdi hetta løgna trekkið í 2021. Tann royndin miseydnaðist, tí tingmanningin hjá Fólkaflokkinum var ikki samd um hesa gerðina, og Heðin Zachariasen fór í farloyvi av fundi, soleiðis at Annika Olsen slapp at atkvøða um rættindi til sammøður.
Eitt uppblást etiskt mál, sum fekk so stórar avleiðingar.
Og mánadagin gjørdi Javnaðarflokkurin nakað tað sama. Hesaferð var tó tað ikki fyri at seta nakran av sínum uttanfyri. Men fyri at tvey fólk fingu sín dreym uppfygldan. Djóni Nolsøe Joensen slapp í landsstýrissessin aftur, sum hann so treyðugt vildi sleppa – og Súsanna Bertholdsen slapp í Løgtingið at vera tann, sum bjargaði málinum um fría fosturtøku. Fólk kunnu nú minnast Súsonnu Bertholdsen sum hana, sum fekk lógina samtykta (um hon eisini verður samtykt við 3. viðgerð, sum hon ikki er í skrivandi stund).
Men fólkaræðisliga, so skurrar hendan mannagongd illa. Nógvir løgnir leikir eru og hava verið í hesum máli, har fólk hava valt at súlta málið til Djóni Nolsøe Joensen kom á ting, tí hann hevur áður sagt, at hann er ímóti.
Tá tingið nú fer at broyta stýrisskipanarlógina fyri at áseta talið av aðalráðum – umhugsið so møguleikan at lata landsstýrisfólk varðveita tingsessin, so hesin arbeiðsháttur ikki kann brúkast í framtíðini.











