Tað plagar at vera stórur spenningur, tá ið 5-mannaførini við dreingjum 17-18 ár kappast. Drekin, Fípan Fagra og Royndin Fríða hava fyrr í summar allir vunnið í spennandi kapping, og tað eru hesir bátarnir, sum hava møguleika at vinna FM.
Í dag var talan ikki um tann spenningin um sigurin, sum hevur verið fyrr í summar.
Royndin Fríða úr Vági sprakk avstað, og vágsdreingir vunnu stórsigur. Fyrstu løtuna høvdu bæði Fípan Fagra og Drekin hug at vera við í kappingini, men tað var skjótt, at Royndin Fríða rann frá kappingarneytunum, og fram ímóti málinum var tað hálvonnur bátslongd frá fremsta bátinum og aftur til hinar.
Kappingina um næstfremsta plássið vann Fípan Fagra, og harvið er tað lagt upp til finalu um FM á ólavsøku í kappingini millum 17-18 ára gamlar dreingir.
1 | Royndin Fríða (VK) | 05:05.16 | +00.00 | 7 | ||
2 | Fípan Fagra (KRF) | 05:08.16 | +03.00 | 6 | ||
3 | Drekin (HR) | 05:09.05 | +03.89 | 5 | ||
4 | Sílið (HR) | 05:29.16 | +24.00 | 4 | ||
5 | Báran (HSR) | 05:30.28 | +25.12 | 3 | ||
6 | Heykur (HVR) | 05:31.29 | +26.13 | 2 |
1 | Fípan Fagra (KRF) | 6 | 38 | ||
2 | Royndin Fríða (VK) | 6 | 37 | ||
3 | Drekin (HR) | 6 | 33 | ||
4 | Sílið (HR) | 5 | 17 | ||
5 | Heykur (HVR) | 5 | 16 | ||
6 | Báran (HSR) | 3 | 10 |
Manningin á Royndini Fríðu
Toftan – Bakborð
Jóas Vest
Toftan – Styriborð
Teitur Brattaberg
Rúmið – Bakborð
Hermann Ludvig
Rúmið – Styriborð
Nóa Rúnason
Lærið – Bakborð
Mathias Mikkelsen
Lærið – Styriborð
Eyðtór Jensen
Róðursmaður/-kvinna
Bjarta Hammer