Tað er deiligt at búgva á Argjum, eg trívist sera væl. Fólkatalið á Argjum er nú 2500 og verða tað væl fleiri, nú fleiri útstykkingar eru í gerð, og nýggir íbúðarblokkar koma í nærmastu framtíð.
Men ikki kann sigast, at Argir er blivið serliga nógv raðfest viðvíkjandi trivnaðarøkjum fyri ung, vaksin og eldri. Felagsskapirnir innan ítrótt, veit eg, gera eitt megnar arbeiðið, og eru tað nógvir ungdómar, venjarar og eldsálir, sum stórtrívast á hesum økjum.
TRIVNAÐARSTAÐ Á ARGJUM
Ímyndi tykkum, at gamli Argjaskúli bleiv eitt trivnaðarstað uttan líka. Ein bygningur, sum hevur nógv minnir og stóra sál, fyri Argjafólk. Tað skulu ikki tær stóru íløgurnar til, fyri at hesin kann gerast ein miðdepil fyri børn, ung, vaksin og eldri. Ein íløga á ca.20 mill, fáa vit renovera gamla Argjaskúla, sum hevur staðið uttan nakran góðan í fleiri ár.
Umhvørvisliga er eisini best at endurnýta og renovera, og tað vísa eisini seinastu kanningar, at tað ber til. Upplagt er, at bygningurin kann hava alskyns møguleikar fyri nýtslu, m.a verkstaðshølir til Gula skúla og frítíðarstað fyri ung – ala Margarinfabrikkin, ungdómshús um kvøldarnar, hølisnýtsla til eldri, uttanumøki sum eitt trivnaðartorg v.m. Í sjálvum skúlanum er ein fimleikarhøll og svimjihylur, sum man eisini eigur at hugsa, sum Argjafólk kunnu brúka, bæði fyri rørsluátøk og trivnaðarátøk.
Áðrenn endaliga støðutakan, skulu vit eisini hoyra tankar og hugskot frá Argjafólkum, soleiðis at tað í størst møguligan mun, kann blíva eitt felags átak, so Argjafólk føla, at tey vera tikin við uppá ráð. Tey kenna best umstøðurnar og tað, sum manglar fyri góðan trivnað á Argjum
Súna Mørk, Býráðslimur
X við valevni á Kommunulistanum