Í løtuni eru fýra frystilínuskip í Eysturgrønlandi, eitt er í íslendskum sjógvi, eitt á Flemish Kap, og eitt fiskar í føroyskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at okkurt frystilínuskip kemur inn at landa í næstu viku.
- Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi út um vikuskiftið.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur.
- Veðrið verður gott fyri tað mesta, og vit vænta, at tað verður nógvur útróður í næstu viku, verður lagt aftrat.












