Smyril fór ikki av Krambatanga klokkan 6 í morgun, sum ætlað.
Ferðafólkini fingu í hátalaranum at vita, at trupulleikar vóru við uppstartinum. Klokkan 7:25 í morgun fóru motorarnir á Smyrli í gongd og Smyril fór av Krambatanga hálvanannan tíma seinni enn ætlað.
Hetta ávirkar ferðaætlanina í dag, og túrarnir av Havnini kl 8:45 og av Krambatanga kl. 11:30 eru avlýstir.
Smyril siglir av Havnini klokkan 14:15 sambært ferðaætlanini.










