Tey sum bera umsorganina í Føroyum

Hvønn dag fara fólk til abeiðis á umsorganarøkinum: á sjúkrahúsum, í heimarøktini, á ellisheimum og á stovnum.

 

Tey taka sær av teimum, ið hava mest brúk fyri hjálp. Tey tryggja, at tey eldru, ið hava gjørt sítt fyri samfelagið fáa eitt viðiligt stað at liva tá tey hava tørv á hjálp. Eisini hjálpa tey teimum, ið eru sjúk og teimum veikastu í samfelagnum sum hava veruliga tørv á hjálp.

 

Eg havi stóra virðing fyri teimum, sum arbeiða innan umsorgan. Tað er eitt arbeiði, sum krevur bæði fakligheit, tol og eitt stórt hjarta.

 

Tað eru fleiri starvsfólk innan økinum sum siga mær, at arbeiðsdagarnir eru tyngri seinastu árini, tí starvsfólk eru ov fá og arbeiðstrýstið er ov stórt. Tað merkir, at tað ikki altíð er tíð til hvønn borgara.

 

Tað sum er serstakt fyri umsorganarøkið, er at tað ikki er so lætt at innflyta arbeiðsmegi. Nógv av teimum eldru hava torført við at tosa enskt ella onnur útlendsk mál. Tí er tað sera týdningarmikið at man fær føroyningar at velja umsorganarøkið, so tey gomlu kunnu tosa føroyskt.

 

Tað snýr seg ikki bara um tey sum hava brúk fyri umsorgan, men eisini tey, sum geva umsorgan. Man má fáa tey ungu at velja umsorganarøkið, og at fáa tey at trívast í starvinum.

 

Tí mugu vit raðfesta umsorganarøkið hægri.

 

Sambandsflokkurin vil tí geva starvsfólk í heilsu og røktarstørvum ein árligan skattafrádrátt upp til 25.000 krónur. So at tað er meira lønandi at arbeiða í hesum økinum.

 

Vit vilja eisini gera eina heildarætlan fyri fleiri heilsustarvsfólk og betri útbúgvingarmøguleikar.

 

Heilsuskúlin liggur í Suðuroy og tað ger tað torført hjá summum at velja, at lesa til heilsurøktara fram um aðrar útbúgvingar, tí eigur ein størri partur av útbúgvingini kunna verða tikin sum fjarlestur.

 

Hetta snýr seg fyrst og fremst um fólk. Bæði tey sum geva umsorgan og tey sum hava brúk fyri henni.

 

Eg vil arbeiða fyri, at tit, sum arbeiða og lesa á umsorganarøkinum, kenna tykkum sædd, hoyrd og raðfest. Tí eitt gott samfelag, er eitt samfelag har vit taka okkum av hvørjum øðrum.

 

Vel Sambandsflokkin Vel Áka Stenberg