Altjóða nøvn
Eftir frálíku móttøkuna seinasta ár, er festivalurin víðkaður úr tveimum í tríggjar dagar, og tveir altjóða bólkar vitja í ár. Danska stjørnusangarindan Nana Rashid spælir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið kl. 20.00, og seinni sama kvøld spælir føroysk-týski bólkurin Larceny í Reinsarínum. Okkara egni Pauli Reinert Poulsen spælir guitar í bólkinum.
Føroysk nøvn
Guðrun Sólja Jacobsen og James Olsen skjóta festivalin í gongd saman við Tórshavnar Big Bandi og framføra tónleik eftir jazzhetjuna Count Basie.
Edith Dahl Jacobsen er farin aftur til røturnar og spælir við úrmælisbólki eina røð av svenskum vísum. Kvinnukórið Silvitni, framførir spennandi skrá, sum hevur vunnið teimum altjóða viðurkenning, og chilenski kórleiðari teirra, Cinthia González Parada kann eisini upplivast saman við m.a. meksikanska gittarleikaranum Sergio Munoz til eitt festligt latínamerikanskt kvøld.
Garvaðu jazzararnir í Kraz Parlé spæla melodiskum jazz við íblástri úr Amerika, og í Tórsgøtu møtast tvey ættarlið, blues-kongurin Uni Debess og soul-stjørnuskotið Sophilia.
Olsen Bandin við m.a. Jóhonnu Sámalsdóttir frá Hoydølum er seinasta konsertir og jam session heldur fram til langt út á náttina.
Perlupallurin til børnini
Leygardag 4. juli kl. 13.00-16.00 verður ókeypis barnatiltak í Tórsgøtu. Perlupallurin er heitið á spildurnýggja barnapallinum hjá festivalinum, og her verður tekno og konsertir bæði til børn og við børnum. Og hvussu skal ein veitsla í Føroyum enda? Sjálvandi við góðum fólki úr Dansifelagnum í Havn og Tøkum Lætt. Føroyskur barnadansur er perfekti endin til ein seinnapart við jazz, blues og tekno!
##med2##
##med3##
##med4##
Skráin sæst her: https://torshavnjazzfolkblues.carrd.co/













