Tríggir bilførarar missa koyrikortið

Tveir bilførarar standa til treytaða frádøming av koyrikortini fyri ferð, og ein varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Tá ferðsluliðið hjá løgregluni var úti í gjár, vóru fleiri bilførarar tiknir fyri  at koyra ov skjót. Tveir teirra koyrdu so skjótt, at teir teir standa til treytaða frádøming av koyrikortinum. Tríggir fingu klipp í koyrikortið. Teir, sum koyrdu so skótt, at teir fáa treytaða frádøming av koyrikortinum koyrdu ávikavist 93 og 95 km um tíman, har hámarksferðin var 60 km um tíman.

Í gjárkvøldið var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, og hann verður tí skuldsettur fyri tað.

Og í tíðliga í morgun vóru boð eftir løgregluni til eina studentaveitslu, har tað larmaði nakað illa. Løgreglan prátaði við veitslufólkið um at vera meira friðarliga. Veiktleiðarin sigur, at tey vóru fitt at práta við og vóru friðarligarligari.