Trump aftur til býin har hann varð skotin í oyrað

Republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, ætlar sær aftur til Butler í Pennsylvania, har hann 13. juli var fyri morðroynd hjá einum 20 ára gomlum manni

13. juli var republikanska forsetavalevnið, Donald Trump, offur fyri morðroynd undir einum veljarafundi í statinum Pennsylvania. Í oktober kemur hann aftur til Butler, har morðroyndin fór fram. (Savnsmynd). - Mynd: Brendan McDermid/Reuters

Tað sigur hann í samrøðu við ríkmannin og kenda Trump-stuðulin, Elon Musk, á sínum sosiala miðli X.

Trump upplýsti ikki, nær hann og hansara valstríðsfólk fara aftur til býin, men segði í oktober.

Donald Trump varð skotin í oyrað 13. juli, tá hann talaði til stuðlar á einum stevnufundi í Butler.

Morðroyndin kostaði honum eitt plástur á oyrað. Men annars slapp hann óskaddur. Gerningsmaðurin, Thomas Matthew Crooks, varð skotin og dripin á staðnum.

ritzau/