Amerikanski forsetin, Donald Trump, fekk eina golfkøllu hjá ukrainskum krígsveteranum í gávu frá Volodymyr Zelensky, forseta, á fundinum hjá teimum báðum leiðarunum í Hvítu Húsunum í gjár.
Tað boðaði ukrainska stjórnin frá týsdagin.
Trump, sum er ein áhugaður golfleikari og eigari av fleiri vøllum, tók ímóti gávuni og gav Zelensky symbolsku lyklarnar til Hvítu Húsini.
Gávuskiftið er í hvassa mótsøgn til februar, tá Zelensky fór úr Hvítu Húsunum eftir harðligan orðadrátt við Trump og varaforsetan J.D. Vance.
Síðan fundin, sum varð lýstur at vera vanlukkuligur, hevur Zelensky roynt at bøta um viðurskiftini við millum annað at rósa royndunum hjá Trump at fáa frið í Ukraina.
- Ukrainski forsetin handaði amerikanska forsetanum eina golfkøllu, stendur í fráboðan frá skrivstovuni hjá Zelensky.
Kølluna átti Kostyantyn Kartavtsev - ein ukrainskur hermaður, sum sambært forsetaskrivstovuni misti fótin fyrstu mánaðirnar av russisku innrásini í Ukraina.
Undir vitjanini vísti Zelensky Trump eitt video av Kartavtsev, stendur í fráboðanini. Kartavtsev spælir golf við protesu.
Seinni í gjár gav ein ukrainskur veteranfelagsskapur út eitt video av Trump saman við golfkølluni. Í henni takkar amerikanski forsetin ukrainska veteraninum.
- Eg sá júst tíni sveiggj. Eg veit nógv um golf, og títt sveiggj er framúrskarandi, sigur Trump í videobrotinum.
- Tú ert eitt frálíkt menniskja, og tú skalt bara halda fram við at spæla golf og alt annað, tú gert. Títt land er eitt stórt land. Vit royna at fáa tað á føtur aftur, sigur forsetin.
Á kølluni stendur sambært New York Post:
- Let's putt peace together!
Hóast positivar útsagnir frá fundinum í gjár, er framvegis eingin vápnahvíld uppá pláss. Trump og evropeisk lond arbeiða í løtuni við at finna fram til, hvørjar trygdarváttanir kunnu gevast Ukraina í sambandi við eina møguliga friðaravtalu.
Ritzau/AFP