Sambært ársfrágreiðingini, sum er latin amerikonsku eftirlitsmyndugleikunum, hevði Trump samlaðar kryptoinntøkur upp á góðar 1,4 milliardir dollarar – svarandi til knappar 9,2 milliardir krónur.
Størsti parturin kom frá fyritøkuni World Liberty Financial, sum Trump og synir hansara hava stovnað. Haðani komu nærum 800 milliónir dollarar, millum annað frá sølu av kryptotokum og partabrøvum.
Harumframt hevði Trump inntøkur upp á 635 milliónir dollarar frá sølu av sokallaðum Trump-memecoins.
Sambært Office of Government Ethics vísa tølini, at kryptovaluta nú er vorðin ein nógv størri partur av inntøkunum hjá forsetanum enn undanfarna ár.
Eftir at Trump tók við embætinum aftur í januar 2025 hevur stjórn hansara sett í verk fleiri tiltøk, sum eru mett at vera jalig fyri kryptovinnuna, millum annað linari reglur frá amerikanska løgmálaráðnum og virðisbrævaeftirlitinum.
Varatalskvinnan í Hvítu Húsunum, Anna Kelly, vísir aftur, at talan er um nakra áhugakonflikt, og sigur, at øll stig hjá Trump verða tikin í áhuga hjá amerikanska fólkinum.
Frágreiðingin vísir eisini, at Trump hevði stórar inntøkur frá golf- og ognarfyritøkum sínum. Millum annað forvann hann 77 milliónir dollarar á Mar-a-Lago og 122 milliónir dollarar á golfklubbanum í Doral í Florida.











