Trý fólk ákærd í finskum máli um kaðalskaðar í Eystursjónum

Finska ákæruvaldið hevur ákært tríggjar av manningink á tangaskipinum "Eagle S"

Tangaskipið "Eagle S" tann 30. desember í havn í Finnlandi. Skipið er undir illgruna fyri at hava gjørt skaða á fimm sjókaðlar í Finnlandsflógvanum. (Arkivmynd). - Mynd: Jussi Nukari/Ritzau Scanpix

Tríggir persónar vórðu í dag ákærdir í einum máli um kaðalskaða í Eystrasalti.

 

Tað skrivar finska ákæruvaldið í tíðindaskrivi.

 

Myndugleikin hevur ákært ein skipara og ein fyrsta og annan yvirmann á tangaskipinum "Eagle S" fyri "grova vandalismu og grovt herverk á samskiftislinjur".

 

Í tíðindaskrivinum verður sagt, at skipið "Eagle S" er undir illgruna fyri at hava skatt fimm sjókaðlar í Finnlandsflógvanum við at draga akkerið tvørtur um havbotnin í umleið 90 kilometrar.

 

Teir ákærdu nokta seg sekar. Sambært ákæruvaldinum halda teir ákærdu eisini, at Finnland ikki hevur rættarheimild í málinum, tí skaðin á kaðalarnar hendi uttan fyri finskt sjóøki.

 

Brotið hendi 25. desember á havkaðalinum Estlink 2, sum gongur millum Finnland og Estland. Aðrir datakaðlar fingu eisini skaða.

 

"Eagle S" er skrásettur í Cook oyggjunum, men skipið er undir illgruna fyri at hoyra til skuggaflotan hjá Russlandi, sum siglir við olju.

 

Í desember fór finska løgreglan umborð á skipið og fekk manningina at sigla tað í finskan sjógv.

 

Men í mars fekk skipið loyvi at fara úr finskum sjógvi aftur, tá fyrsta stig í eini forkanning var liðugt, skrivar finska tíðindastovan Yle.

 

Skipið hevði eina manning upp á 24 mans.

 

Í mars varð greitt frá, at átta av manningini eru undir illgruna fyri brotsverk sum harðliga sabotasju, meðan trý fólk sigast at vera undir ferðabanni og ikki hava loyvi at fara úr Finnlandi.

 

Óvist er, um tey trý fólkini, sum vórðu ákærd mánadagin, eru tey, sum ferðabannið er galdandi fyri.

 

Tað er eisini ógreitt, nær rættarmálið verður.

 

Seinastu tíðina hevur nógv uppmerksemi verið um sjókaðlar í Eystursjónum eftir fleiri hendingar við skaddum kaðalum.

 

Í fleiri førum hava kaðalarnir fingið skaða av, at eitt skipsakker er drigið yvir havbotnin og kaðalar - onkuntíð av tilvild, aðrar tíðir er illgruni um, at tað er tilætlað.

 

/Ritzau/

 

Tangaskipið "Eagle S" tann 30. desember í havn í Finnlandi. Skipið er undir illgruna fyri at hava gjørt skaða á fimm sjókaðlar í Finnlandsflógvanum. (Arkivmynd). - Mynd: Jussi Nukari/Ritzau Scanpix