Tvey dripin og fleiri særd í russiskum loftálopi

Russisku álopini komu dagin eftir, at Ukraina framdi eitt ógvusligt álop á russiska høvuðsstaðin, Moskva

Tvey fólk eru dripin, og fleiri eru særd í einum russiskum loftálopi á ukrainska býin Kharkiv og á økið kring Sumy í nátt.

 

- Í minsta lagi niggju fólk eru særd, harímillum fýra børn, siga ukrainskir myndugleikar í morgun.

 

Fleiri enn 40 privatir bústaðir fingu skaðar, tá fjarstýrdar glíðubumbur vórðu sleptar niður yvir býin, skrivar borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov, á Telegram.

 

Kharkiv er næst størsti býur í Ukraina, og í økinum búðu 1,4 milliónir fólk fyri russisku innrásina. Kharkiv liggur umleið 40 kilometrar úr russiska markinum.

 

Býurin er javnan álopin av russum, og her hava verið stórar oyðileggingar hesi stívliga fýra árini, síðan Russland leyp á Ukraina.

 

Sagt verður, at tvey fólk vórðu dripin og tvey løstað í landnyrðingspartinum av Sumy-regónini, veit ukrainska løgreglan í økinum at siga.

 

Russar lupu á við bæði dronum og rakettum.

 

Russisku álopini komu dagin eftir, at Ukraina framdi eitt ógvusligt álop á russiska høvuðsstaðin, Moskva.