Tá løgreglan var úti við lasaranum í Norðurøkinum, vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Annar koyrdi 73, har hámarksferðin var 50 km um tíman. Hin koyrdi 101 har, mesta loyvda ferðin var 80 km um tíman, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Í gjár fekk løgreglan fráboðan um herverk á ein bil í Havn. Tá eigarin kom til bilin uttanfyri varnaðist hann, at onkur hevði tveitt ein stein í forrútin á bilinum, sum stóð uttan fyri bústaði. Eingin er mistonktur í tí málinum.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni, sum tó mátti taka sær av einum fullum manni í gjár, sum lá og svav úti. Hann var fingin til hús.










