Í góðveðrinum mikudagin vóru síðstu royndirnar gjørdar umborð á Ennisskarði og harvið komu eisini síðstu góðkenningarnar í hús. Tvíkiljan hevur fingið heimstað í Hovi, og væntast fyri tað mesta at loysa uppgávur kring alibrúkini í Suðri. Tvíkiljurnar eru nógv broyttar síðani 1999 í skapi, tøkni og útgerð, og uppgávurnar, ið tvíkiljurnar skulu loysa gerast alsamt fleiri og krevjandi maskintekniskt. Tvíkiljan Ennisskarð, sum nú er handað Bakkafrosti, er systurskip til tvíkiljuna Miðenni, sum varð handað Bakkafrosti í desember mánaða í 2023. Ennisskarð og Miðenni eru 20 metrar langar og nýggju metrar breiðar.
Enniskarð er ein sera stór tvíkilja, og hetta gevur sera gott dekkspláss. Á dekkinum standa tveir Palfinger Marine dekskranar, ið eru týðandi amboð í gerandisdegnum umborð á tvíkiljunum. Afturi í reyv í stýriborðssíðu stendur ein 90 tonsmetur krani, miðskips aftanfyri stýrihúsið er ein 33 tonsmetur krani og somuleiðis miðskips handan stýrihúsið er eitt 25 tons deksspæl. Ein koblingsplátuhaldari er eisini afturi á reyv í bakborðssíðu, og bøtir hesin munandi um trygdina hjá arbeiðsfólkinum, tá arbeitt verður við koblingsplátum, festum og aðrari útgerð.
Maskintekniskt er tvíkiljan í fremstu røð tá tað viðvíkur maskin- og ravmagnsmegi. Hon er útgjørd við tveimum FPT C16 motorum, har hvør motorur hevur 500 hestakraftir, tveimum síðuskrúvum og tveimum 115 KVA generatorum, sum veita ravmagnsorku til elektriksku útgerðina umborð. Framkomin DP útgerð er sett í tvikiljuna, sum gevur heilt góðar og neyðugar møguleikar at leggja tvíkiljuna stilla á einari knattstøðu á føroysku firðunum, sum mangan eru harðbalaðir á hávetri.
Í tíðindaskrivið í november mánaða 2024 var sagt, at tvíkiljan væntandi skuldi handast á heysti 2025. Tað hevur tó eydnaðst at gera tvíkiljuna lidna um miðjan juli 2025, og tískil er hon handað Bakkafrosti væl áðrenn ætlaðu tíðarætlanina. Hetta er sjálvandi at fegnast um. KJ ynskir Bakkafrosti og manningini umborð á Ennisskarði hjartaliga til lukku við tvíkiljuni, og Guds signing við arbeiðinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
Navn: Ennisskarð
Heimstaður: Hov
Byggiár: 2025
Bygginummar: NB 66
Longd: 20 m
Breidd: 9 m
Bruttotons: 88,4 BT
Motorar: 2x FPT C16 500 hk
Eigari: P/F Bakkafrost Farming