- Árligi ruddingardagurin verður týsdagin tann 26. mai.
Tað hevur trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu gjørt av.
- Tiltakið byrjar klokkan 17 við, at kommunan bjóðar grillaðar pylsur, burgarar, kaffi og annað gott uttan fyri kommunuskrivstovuna.
Handskar og sekkir verða at fáa á staðnum.
- Um onkur ynskir at byrja at rudda fyrr upp á dagin, ber til at koma á kommunuskrivstovuna eftir handskum og sekkjum millum klokkan 10 og 14.
Tað sigur trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu á heimasíðuni hjá kommununi.












