U18 EM: Møta Kekkia, Slovenia og Portugal í miðumfarinum

Føroyska U18 manslandsliðið skal spæla um endastøðurnar millum nummar 9 og 16

Mynd: HSF

HSF skrivar:- Við sigrinum á Italia gjørdust Føroyar nr. 2 í innleiðandi bólkinum. Ísland vann bólkin, meðan Italia gjørdist nr. 3 og Montenegro nr. 4. Við hesum koma Føroyar at leika um 9. – 16. pláss í EM-endaspælinum í Montenegro.

 

Úrslitið í bólkaspælinum merkir eisini, at Føroyar eru tryggjaðar U20 EM-endaspæl hjá hesum árganginum í 2026. Næsta gularótin verður eitt HM pláss í 2025. Til hetta krevst, at Føroyar gerðast í minsta lagi nummar 15 í hesum EM-endaspælinum.

 

Skráin komandi dagarnar fyri miðumfarið sær soleiðis út:


Mánadagin 12. august kl. 13.30 Føroyar – Kekkia

Týsdagin 13. august kl. 11.00 Slovenia – Føroyar

Hósdagin 15. august kl. 11.00 Portugal – Føroyar


Fríggjadagin verður krossdystur og leygar- ella sunnudagin plaseringsdystur.

 

Allir dystir kunnu stroymast á live.hsf.fo, hetta um tú ert staddur í Føroyum.

 

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U18 EM-endaspælinum síggjast her: M18 EHF EURO 2024 (eurohandball.com).

 

Skrivar HSF.

 

Mynd: HSF