U18-manslandsliðið tapti fyrra venjingardystin móti Íslandi

Tað stóð á jøvnum í steðginum

Mynd: HSF

HSF skrivar: 

 

- Hóast tepurt tap, so sýndu føroysku U18-mennirnir gott spæl móti sterku Íslendingunum í fyrra venjingardystinum millum liðini. Ísland vann 32-28, eftir at liðini vóru ájøvn 14-14 í hálvleikinum.

 

Dysturin gekk javnt á fyrstu løtuna, men vunnu íslendingar sær eina lítla leiðslu um miðjan hálvleik, har okkara vóru óhepnir við villum og brendum skotum trimum álopum á rað. Talan er um ein sterkan íslendskan árgang, og sýndu teir eisini hetta í leiki við góðum, knøppum spæli og við krops- og skotstyrki. Føroyska verjan ernaðist tó so líðandi og stóð heilt væl í løtum. Føroyar fóru yvir til at spæla 7 móti 6 og hepnaðist hetta væl, har Boas Ellefsen á Skipagøtu stýrdi, og Teitur Hellisdal Poulsen skoraði tríggjar ferðir á rað á vinstra vongi. Føroyar vunnu íslendsku leiðsluna aftur og fóru liðini til hálvleiks við 14-14.

 

Føroyingar skiftu nógv út í dystinum, serliga í seinna hálvleiki. Rútman fór nakað av lagi í løtum og vóru heldur fleiri villur í seinna hálvleiki. Ísland hevði munin allan seinna hálvleik, hóast hann ikki var stórur. Ársins leikari í Burn deildini 2025-26, Boas Ellefsen á Skipagøtu, var mest eyðsýndur í føroyska álopinum og gjørdi hann 11 mál í dag. Ísland hevði munin seinastu løtuna og endaði dysturin 32-28.

 

Vinardystirnir eru liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið, sum verður í Beograd í Serbia í døgunum 29. juli til 9. august. Liðini møtast aftur í morgin kl. 17.00, føroyska tíð. Skrivar HSF. 

 

Dystargongdin Ísland – Føroyar:

 

5 min. 3-2

 

10 min. 5-5

 

15 min. 8-5

 

20 min. 11-8

 

25 min. 12-10

 

30 min. 14-14

 

35 min. 17-16

 

40 min. 20-18

 

45 min. 23-22

 

50. min 26-24

 

55 min. 30-27

 

60 min. 32-28

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu 11

 

Teitur Hellisdal Poulsen 4

 

Teitur Bogason 3

 

Hugin Halgirsson 2

 

Jóan Petur Mortensen 2

 

Ragnar Heinason 2

 

Gabriel S. Árnason 2

 

Axel Holm Simonsen 1

 

Mortan Eyðunarson 1

 

Málverjar:

 

Micah Wardum Ragnarsson, 35 min., 7 bjargingar

 

Jákup Arngrímsson Müller, 25 min., 6 bjargingar

 

Mynd: HSF