Føroyska U20 kvinnulandsliðið í hondbólti skal klokkan 11.30 spæla fyrsta dystin í innleiðandi bólkaspælinum í HM-endaspælinum.
U20 HM-endaspælið verður leikt í Kina.
Føroyar møta í fyrsta dystinum Japan. Hini bæði liðini í bólkinum eru Kroatia og Noreg, so talan er um ein sterkan bólk.
Japan hevur favorittstøðuna hjá seks altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á japanskan sigur liggja millum 1,51 og 1,56.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 8,00 og 9,00.
Oddsini upp á føroyskan sigur liggja millum 2,95 og 3,25.
HER eru oddsini:
##med2##












