Lítil ivi man vera um, at russiski forsetin fer at hevna seg, tá búskaparráðstevnan í St. Pætursborg er av. Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters

Ukraina sent nakrar hundrað dronur eftir Russlandi

Dronur eru eitt nú skotnar niður kring Moskva, St. Pætursborg og Leningrad, sum liggja við Finsku Víkina

Lítil ivi man vera um, at russiski forsetin fer at hevna seg, tá búskaparráðstevnan í St. Pætursborg er av. Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters

Russiskir myndugleikar siga í morgun, at 376 ukrainskar dronur eru skotnar niður kring um í Russlandi í nátt.

 

Tað er verjumálaráðið í Moskva, sum er kelda til tíðindini, og tað er tíðindastovan NTB, sum endurgevur.

 

Dronurnar skulu vera skotnar niður í einari røð av russiskum fylkjum, harav fleiri hava mark til Ukraina.

 

Men, dronur eru eisini skotnar niður kring eitt nú Moskva, St. Pætursborg og Leningrad, sum liggja við Finsku Víkina.

St. Pætursborg er í løtuni vertur fyri stórari altjóða búskaparráðstevnu, og eitt nú hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, luttikið á ráðstevnuni.

 

 

 

 

Lítil ivi man vera um, at russiski forsetin fer at hevna seg, tá búskaparráðstevnan í St. Pætursborg er av. Mynd: Gavriil Grigorov/Reuters