USA lagt hald á enn eitt tangaskip

Hendingin fór fram í Karibia, nærindis Trinidad, sigur amerikanska verjan

Amerikanska verjan váttar í dag, at USA hevur lagt hald á enn eitt tangaskip, og hesaferð er talan um skipið Olina.

 

Hendingin fór fram í Karibia, nærindis Trinidad, skrivar amerikanska verjan á X.

 

Lagt verður aftrat, at tað finst eingin trygg havn fyri "kriminell", sum tikið verður til. 

 

Sambært Reuters er hetta fimti ferð seinastu vikurnar, at USA hevur lagt hald á skip.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at USA skal hava eftirlitið við oljusøluni hjá Venesuela í óásetta tið.

Tangaskipið Olina hevur sambært almenna skipadatagrunninum, Equasis, ólógliga siglt undir flaggi hjá Eystur Timor.

 

- Skipið skal vera farið úr Venesuela og hava vent aftur til landið, har amerikanska verjan nú hevur tikið tað, veit Reuters at siga.