Uttan livandi útjaðara eru vit fátøk

Dagfinn Olsen, Javnaðarflokkurin

 

 

 

Eg stilli upp til løgtingsval, og hetta er fyrstu ferð.

 

Míni hjartamál eru bústaðarpolitikkur, og at vit hava eitt samfelag, har vit býta samfelagsvirðini javnt, so øll eru við. Øll hava rætt til ein bústað, og til ein gerandisdag, ið ikki er merktur av, at trupult er at fáa endarnar at røkka saman. Ung og gomul skulu hava virðiligar umstøður.

 

Mentanarpolitikkur haldi eg eigur at raðfestast frammaliga, og er hetta nakað, ið ofta dettur burturímillum. Eg havi drúgvar royndir í ymsum nevndararbeiði á hesum øki. Millum mangt annað havi eg havt sess í Mentanargrunninum. Slíkt arbeiði eigur at fáa hægri virðing.

 

Í meira enn 30 ár havi eg verið lærari og havt mín gerandisdag innan skúlagátt. Skúlin má hava umstøður at mennast og broytast, so skúlin er dagførdur. Skúlin eigur at endurspegla okkara samfelag, og ikki verða afturúrsigldur. Hetta hevur eftir mínum tykki stóran týdning.

 

Suðuroyartunnilin liggur sjálvsagt frammaliga í huga, og at fáa boðskapin út um, at hetta ikki er ein ræðandi ætlan, men ein neyðug ætlan. Vit hava í dag eina farleið, ið kostar nógv, og sum bara gerst dýrari, meðan ein tunnil hinvegin loysir seg, sum frá líður.

 

Suðurøkið eigur at fáa lut í teim tænastum og tiltøkum, ið restin av landinum hevur atgongd til.

 

Og her skal eisini hugsast um, at uttan ein livandi útjaðara eru vit eitt fátækari samfelag.