Verdens Gang veit at siga, at forsetarnir báðir, Vladimir Putin og Donald Trump, koma ikki til Anchorage fyrr enn stutt fyri, at toppfundurin teirra millum í kvøld byrjar

Vandi er fyri at Putin "keypir" sær meira tíð

Heimsins eygu eru vend móti Anchorage í Alaska, og her eru hópin av tíðindafólki. Forsetarnir báðir koma ikki, fyrr enn stutt fyri, at toppfundurin byrjar, tó at fleiri russisk flogfør eru lend her seinasta samdøgrið

Verdens Gang veit at siga, at forsetarnir báðir, Vladimir Putin og Donald Trump, koma ikki til Anchorage fyrr enn stutt fyri, at toppfundurin teirra millum í kvøld byrjar

Tað er stórur spenningur fyri toppfundin millum forsetarnar báðar, Donald Trump og Vladimir Putin, sum verður í Alaska seinni í dag.

 

Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, sigur seg í samrøðu við Verdens Gang vóna, at talan verður um eina veruliga tilgongd fram ímóti einari vápnahvíld í Ukraina.

 

Hetta verður fyrstu ferð, at russiski forsetin vitjar eitt vestanland, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022.

 

Í russiskum miðlum verður toppfundurin longu lýstur, sum ein stórur sigur fyri russiska forsetan - og sum endi á vesturlendskari avbyrging av Russlandi.

 

Verdens Gang skrivar, at eitt tað ringasta, sum kann henda á toppfundinum í kvøld er, at forsetarnir báðir gerast samdir um eina loysn fyri Ukraina, sum hvørki ukrainar ella Evropa eru nøgd við. 

 

- Hetta er nakað, sum vit ikki ynskja. Hinvegin hevði tað verið ógvuliga gott, um forsetarnir gjørdust samdir um at byrja eina veruliga tilgongd fram móti einari vápnahvíld, sigur norski uttanríkisráðharrin.

 

##med2##

 

Óttin hjá Espen Barth Eide er, at tað einasta, sum fer at koma burtur úr toppfundinum í Alaska er, at russiski sleppur at "keypa" sær meira tíð, sum uttanríkisráðharrin málber seg.

 

Heimsins eygu eru vend móti Anchorage, sum er størti býur í Alaska.

 

Her eru hópin av tíðindafólki, men fyribils sæst einki til teir báðar forsetarnar, Donald Trump og Vladimir Putin, hóast fleiri russisk flogfør eru lend her seinasta samdøgrið.

 

Verdens Gang veit at siga, at forsetarnir báðir, Donald Trump og Vladimir Putin, koma ikki til Anchorage fyrr enn stutt fyri, at toppfundurin teirra millum byrjar.

 

 

 

Verdens Gang veit at siga, at forsetarnir báðir, Vladimir Putin og Donald Trump, koma ikki til Anchorage fyrr enn stutt fyri, at toppfundurin teirra millum í kvøld byrjar

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky og norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide