Ein 59 ára gamal maður varð í síðstu viku handtikin á Landvetter-flogvøllinum í Svøríki og skuldsettur fyri grovan narkotikakriminalitet. Maðurin er eisini skuldsettur fyri dráp - ella viðvirkan til dráp - av norsku ríkmanskonuni, Anne-Eisabeth Hagen.
Anne-Elisabeth hvarv sporleyst úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi hin 31. oktober í 2018, og síðan hendan dag hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til ríkmanskonuna.
Svenska rættarskipanin hevur gjørt av, at hin 59 ára gamli skal útflýggjast norsku løgregluni. Maðurin sigur seg vera ósekan, bæði í málinum um narkotikakriminalitet - og í málinum um Anne-Elisabeth Hagen.
Í dag verður maðurin útflýggjaður Noregi, og hann skal grundlógaravhoyrast í tingrættinum í Oslo í morgin við kravi um varðhaldsfongsling.
Síðsta fríggjadag var rættarfundur í Gøteborg, og hesin var fyri afturlatnum hurðum. Løgreglan hevur rannsakað eina ogn í Svøríki, men sum skilst, er tað ein annar persónur, sum eigur ognina.
##med2##
Verdens Gang, sum skrivar um málið í dag, hevur roynt at fingið viðmerkingar frá verjanum hjá tí 59 ára gamla, Victoria Holmen, men tað hevur ikki eydnast, og svenski verjin hjá honum, Magnus Johansson, hevur ongar viðmerkingar.
Hin skuldsetti hevur áður havt adressu í Svøríki, men er nú skrásettur á einari adressu í Lørenskog í Noregi, haðani Anne-Elisabeth Hagen sporleyst hvarv.
Seinastu tíðina hevur skuldsetti verið í Turkalandi, men Verdens Gang veit ikki at siga, um hann kom beinleiðis heim úr Turkalandi, tá hann varð handtikin á flogvøllinum.
##med3##
Verdens Gang skrivar, at fartelefonin hjá hinum 59 ára gamla var á leiðini í Lørenskog - í tíðarskeiðnum - tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, og hetta er sum skilst dokumenterað.
Sjálvur hevur hin skuldsetti sagt, at ein náttúrlig frágreiðing er til hetta, tí hann var staddur á motorvegnum nærindis bústaðnum og var á veg til eina venjingarmiðstøð henda morgunin.













