Aftur í dag boðar Sunda kommuna frá, at bakteriur eru í drekkivatninum í Haldórsvík.
Trupulleikar hava verið við drekkivatninum í eina tíð - ikki bara í Haldórsvík, men eisini aðrastaðni í kommununi.
Nú sigur kommunan, at nærri boð um støðuna fara at koma týsdagin hin 8. september.
Tey góðu tíðindini eru, at arbeiðið við vatnbrunninum nú er liðugt, og at arbeitt hevur verið støðugt við hesum.
Sagt verður, at nýggj vatnroynd verður tikin mánadagin 7. september, og týsdagin 8. septembe fæst nærri at vita um úrslitið.
- Tí verða fólk vinarliga biðini um at fylgja við á okkara heimasíðu.
Í Sunda kommunu nýta tey eisini høvi at takka fyri stórt tolsemi, nú trupulleikar hava verið við drekkivatninum.










