Í kvøld klokkan 18 tekur KÍ móti bosniska liðnum, Borac Banja Luka í fyrra dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League.
Dysturin verður leiktur á Tórsvølli.
(FM1 sigur beinleiðis frá dystunum)
Altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hella eitt lítið vet til ein heimasigur til KÍ, men tað er ikki nogv sum skilir liðini.
Miðaloddsini upp á ein heimasigur til KÍ eru 2,37.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,28.
Miðaloddsini upp á útisigur til Borac Banja Luka eru 2,90.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##