Veðrið darvar eldsløkking á Mærsk-skipi

Eldur kom í eitt skip hjá Mærsk í Arabiska havinum 19. juli. Sløkkiarbeiðið er framvegis í gongd, stendur í fráboðanini.

Ring veðurviðurskifti og stórar aldur hava verið ein avbjóðing fyri sløkkiarbeiðið á bingjuskipinum "Maersk Frankfurt" í Arabiska havinum eftir at eldur kom í fyri tveimum vikum síðani.

Tað upplýsir miðlaskrivastovan hjá Mærsk fyri Ritzau.

Umstøðurnar hava gjørt tað avbjóðandi at fáa serfrøðingar og serútgerð umborð á skipið, verður sagt.

Mærsk eigur ikki skipið, sum er skrásett í Panama, men sum japanar eigur. Danska reiðaríið hevur leigað skipið í eitt tíðarskeið og heldur seg dagført um støðuna gjøgnum skipseigaran.

Sløkkiarbeiðið er framvegis í gongd á staðnum, stendur í fráboðanini. Sambært tíðindastovuni hjá Mærsk upplýsir skipsreiðarin, at eingin sjónligur eldur er, men at roykur framvegis kemur úr bingjum umborð á skipinum.

Eldur kom í bingjuskipið 19. juli, 100 sjómíl - 185 kilometrar - í útnyrðing úr indiska statinum Goa.

Ein av manningini á skipinum er deyður í sambandi við eldsbrunan.

 

##med2##

Manningin byrjaði fyrstu sløkkiroyndirnar. Harumframt varð indiska sjóverjan biðin um at hjálpa til við at sløkkja eldin.

Tað var ikki ein Mærsk-manning, sum var umborð á skipinum, hevur reiðaríið upplýst.

Skipið var á veg úr Mundra í India til Colombo á Sri Lanka, tá eldurin kyknaði.

Enn er ikki greitt, hví eldurin byrjaði. Ógreitt er eisini, hvussu umfatandi skaðin er á bingjurnar.

- Skipið er eftir øllum at døma í stabilum standi - við øllum maskinum, stýriútgerð og navigatiónsútgerð fult virkandi, upplýsti Mærsk, tá eldurin hevði verið í eina viku.

Millum annað flogfar, tyrla og trý skip luttóku í fyrstu sløkkiarbeiðinum.

Sunnudagin skrivaði indiska sjóverjan á sosiala miðlinum X, at 1.200 kilo av sløkkipulvur vóru slept niður á skipið úr luftini í tíggju dagar.

Eisini varð greitt frá, at reiðarin hevur fingið ein serkønan bjargingarstovn at hjálpa til við sløkki- og burturbeiningararbeiðinum.

 

/ritzau/