Verkstovan er liður í eini NORA landbúnaðarverkætlan, har Búnaðarstovan, og Umhvørvisstovan samstarva við Ráðgjafarmiðstøð Lanbúnaðarins og Vatnajøkulstjóðgarð í Íslandi og Nunalerinermut Siunnersorteqarfik úr Grønland.
Verkætlanarsamstarvið leggur dent á samanberingar landanna millum, viðvíkjandi landbúnaði, náttúru og umhvørvi. Kunnu vit javnviga landbúnað, náttúru og umhvørvi, uttan at minka um úrtøkuna?
Tað er ókeypis at luttaka á verkstovuni, men av tí at vit bjóða ábit, er neyðugt at boða frá luttøku.
Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni sæst skráðin fyri dagin, og har ber til at melda seg til.
Melda til í seinasta lagi mánadagin 8. juli 2024 kl. 12:00.