VIDEO: Andrias hevur vunnið fyrsta sigurin í Seriu A

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Bologna-Hellas Verona 1-2 (0-0)

 

So gjørdist Andrias Edmundsson fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, ið hevur vunnið ein dyst í italsku Seriu A.

 

Seinnapartin vunnu Andrias og liðfelagarnir í Hellas Verona ein flottan 2-1 sigur á útivølli móti Bologna. 

 

Bologna legði seg á odda í 49. minutti, men fýra minuttir seinni javnaði Martin Frese við einum flottum langskoti. Tað gingu bara fýra minuttir, so skoraði Kieron Bowie sigursmálið úr stuttari frástøðu.

 

Aftaná trý tap á rað kom sigurin sera væl við hjá Hellas Verona, ið er næstaftast í deildini við 18 stigum. Verona hevur sjey stig upp til Fiorentina, ið er á fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í Seriu A.

 

Hellas Verona hevur 10 dystir eftir at spæla í Seriu A, so enn kunnu teir røkka fjórðaftasta plássinum.

 

Komandi sunnudag klokkan 11.30 hevur Hellas Verona dyst á heimavølli móti Genoa. 

 

Í dag fekk Andrias karakterin 7,6 (av 10 møguligum) frá Soccerstand/Flashscore. Sofascore vóru meira pírnir og góvu Andriasi karakterin 6,9.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Bologna-Hellas Verona 1-2 (0-0):

 

##med2##