VIDEO: Noreg vann tepran sigur á Spania

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Spania-Noreg 34-35 (16-16)

Mynd: handball.no

Noreg helt lív í sínum EM-hálvfinaluvónum í Boxen í Herning. 

 

Í dysti í EM-millumbólki 1 eydnaðist tað Noreg at vinna ein tepran 35-34 sigur á Spania. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Føroyavinurin, Tobias Grøndahl skoraði sigursmálið hjá Noregi, tá 32 sekund vóru eftir av dystinum. August Baskår Pedersen (myndin) megnaði at bróta seinasta spanska álopið í verjuni, og so kundu norðmenn stórfegnast um fyrstu tvey stigini í millumumfarinum. 

 

August Baskår Pedersen var við 11 málum stórskjútti hjá Noreg. Aleix Gómez var við átta málum toppskjútti hjá Spania.

 

Skráin fyri EM-millumbólk 1:

 

Hósdagin 22. januar:

 

Týskland – Portugal 32-20

 

Spania – Noreg 34-35

 

19.30: Frakland – Danmark

 

Leygardagin 24. januar:

 

14.30: Frakland – Portugal

 

17.00: Spania – Danmark

 

19.30: Týskland – Noreg

 

Mánadagin 26. januar:

 

14.30: Portugal – Noreg

 

17.00: Spania– Frakland

 

19.30: Týskland – Danmark

 

Mikudagin 28. januar:

 

14.30: Spania – Portugal

 

17.00: Týskland – Frakland

 

19.30: Danmark – Noreg

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Spania-Noreg 34-35 (16-16):

 

##med2##

 

Mynd: handball.no