David Geza Turi fekk fulla spælitíð, tá Grimsby á heimavølli vann 3-1 á Ebbsfleet úr sættubestu ensku fótbóltsdeildini í dysti í fyrsta høvuðsumfarinum í FA Cup kappingini.
Grimsby, ið spælir í fjórðbestu deildini spældi ein minni góðan fyrra hálvleik. Ebbsfleet legði seg á odda 1-0 ellivu minuttir undan steðginum. Men beint undan steðginum fekk Ebbsfleet ein mann vístan av vøllinum, og so hevði Grimsby ein greiðan fyrimun í seinna hálvleiki. Danny Rose javnaði til 1-1 í 53. minutti, og bert tveir minuttir seinni fekk Cameron McJannett Grimsby á sigurskós.
Tá klokkan vísti 67 minuttir legði Geza upp til Danny Rose, ið staðfesti sigurin hjá Grimsby, ið sostatt vann seg víðari til annað umfarið í søguríku kappingini.
Í kvøld verður lutakastið til annað umfarið. Premier League liðini traðka inn í kappingina í triðja umfarinum, ið verður leikt fyrst í januar.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##











