Týskland liggur nú væl fyri aftaná tveir dystir í EM-millumbólki 1, ið verður leiktur í Boxen í Herning.
Týskland vann seinnapartin tepran 32-30 sigur á Portugal. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11. Týskland hevur nú fýra stig fyri tveir dystir. Teir fingu tvey stig við sær úr innleiðandi bólkaspælinum.
Tað leikaði javnt á allan dystin, og ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni. Fyri Týskland gjørdist tað avgerandi, at liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel, Andreas Wolff stóð væl í týska málinum. Hann var eisini valdur til dagsins leikara.
Miro Schluroff var toppskjútti hjá Týsklandi við sjey málum. Francisco Costa, ið saman við Óla Mittún og svenska, Nikola Roganović er í uppskoti til at vera heimsins besti ungi leikari, skoraði heili 10 mál fyri Portugal.
Skráin fyri EM-millumbólk 1:
Hósdagin 22. januar:
14.30: Týskland – Portugal 32-20
17.00: Spania – Noreg
19.30: Frakland – Danmark
Leygardagin 24. januar:
14.30: Frakland – Portugal
17.00: Spania – Danmark
19.30: Týskland – Noreg
Mánadagin 26. januar:
14.30: Portugal – Noreg
17.00: Spania– Frakland
19.30: Týskland – Danmark
Mikudagin 28. januar:
14.30: Spania – Portugal
17.00: Týskland – Frakland
19.30: Danmark – Noreg
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Týskland-Portugal 32-30 (11-11):
##med2##











