Tríggir føroyskir landsliðsleikarar, og føroyingurin á danska landsliðnum royndu seg í EHF European League í kvøld.
Í bólki B hava Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel fult stigatal, seks stig fyri tríggjar dystir.
Í kvøld vann Kiel á útivølli 35-27 (18-16) á Bern á útivølli í Sveis.
Elias var toppskjútti hjá Kiel við níggju málum.
Í bólki C hava Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus eisini fult stigatal aftaná tríggjar dystir.
Í kvøld vann Skanderborg-Aarhus stórsigur 45-27 (17-11) í útidysti móti rumenska liðnum, Minaur Baia Mare.
Jóhan skoraði fimm mál.
Í bólki G hava Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf eisini fult stigatal aftaná tríggjar dystir.
Í kvøld vunnu Vilhelm og liðfelagarnir á heimavølli 27-25 (15-12) á Ísak Vedelsbøl, og hansara liðfeløgum í IK Sävehof.
Vilhelm skoraði tvey mál fyri heimaliðið, meðan Ísak við fimm málum var toppskjútti hjá Sävehof.
Sävehof er nummar trý í bólkinum við tveimum stigum fyri tríggjar dystir.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Hannover-Burgdorf - IK Sävehof 27-25 (15-12). Móti endanum sæst Ísak skjóta eitt gott mál frá strikuni:
##med2##










