Víkingur Reykjavík var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Gunnar Vatnhamar var á vøllinum aftur

Í 14 teimum fyrstu dystunum í bestu íslendsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið megnaði liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík 13 sigrar og ein javnleik. 

 

Men í kvøld gekk ikki longur hjá Víkingi, ið mátti leggja rygg til 1-2 tap fyri Þór á Akureyri. 

 

Gunnar, ið hevur verið úti við skaða kom á vøllin í 56. minutti. Øll trý málini vóru skotin seinastu løtuna av dystinum.

 

Þór-Víkingur Reykjavík 2-1 (0-0)

1-0 Ágúst Eðvald Hlynsson ('82)

2-0 Gyrðir Hrafn Guðbrandsson ('88)

2-1 Daði Berg Jónsson ('90)

 

Víkingur Reykjavík er tó framvegis greitt á odda í deildini við 40 stigum. Teir eru átta stig frammanfyri næstfremsta liðið, KR.

 

Longu týskvøldið klokkan 20 skal Víkingur aftur í eldin. Tá tekur Víkingur í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League móti ísraelska liðnum, Hapoel Beer Sheva.